Tað er nú nakað síðani, at gjørt varð av at byggja frítíðarsmáttur í Vági, og tær hava nú staðið uppi í eitt ár, ella gott og væl tað.
Tær hava verið væl umtóktar av ferðafólki, bæði føroyingum og útlendingum.
Men síðsta hond er ikki løgd á verkið.Men hetta verður bøtt um nú. Í góðveðrinum er arbeiðið at mála smátturnar farið í gongd. Sum sæst á myndini fáa hugnaligu smátturnar reyðan lit.