Nakað av herverki, rúsdrekkakoyring og leysgangandi hundar hava verið trupulleikar hjá løgregluni í Klaksvík.
Fríggjadagin varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Herverk varð eisini framt á nakrar bilar. Dekk vórðu uppskorin á einum, og somuleiðis vórðu onkrir bilar skøvaðir.
? Umframt hetta, so hava vit somuleiðis fingið fráboðanir um leysar hundar. Tað er eisini ein afturvendandi trupulleiki, sigur vakthavandi í Klaksvík.