Fýra ísfiskalínuskip hava fiskað í íslendskum sjógvi, og tvey teirra landa fyrst ella miðskeiðis í hesi vikuni. Hini bæði skipini landa neyvan fyrr enn í næstu viku.
Umframt ísfiskalínuskipini fiska eisini tvey frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip fiskar í føroyskum sjógvi.
Trý ísfiskalínuskip fiska í føroyskum sjógvi, og tey koma væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni.
- Streymurin harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður umskiftandi. Tí er ikki væntandi, at tað verður so nógvur útróður hesa vikuna, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.









