Sjómaður doyði
av miltbrandi
Brasilska løgreglan kennir seg rættiliga vísa í, at ein egyptiskur sjómaður doyði av miltbrandi á einum gistingarhúsi í Amazonas-landspartinum Para tann 11. apríl.
Maðurin var komin úr Kairo og skuldi við einum farmaskipi, sum lá í Brasil. Áðrenn hann fór úr Kairo, hevði maðurin fingið eitt kuffert, sum hann skuldi hava við sær til kanada, har onkur skuldi taka ímóti tí. Komin á gistingarhúsið gjørdist sjómaðurin forvitin og ætlaði at vita, hvat var í kuffertinum. Tað kostaði honum lívið.
Brasilska løgreglan sigur, at tað er 90 prosent vissa fyri, at miltbrandbakteriur vóru í kuffertinum, men at egyptiski sjómaðurin visti tað ikki. Myndugleikarnir hava tikið royndir av líkinum, og tær eru nú sendar til Kanada til nærri kanningar.
Hótti við at fara frá
Í Týsklandi gav Gerhard Schrøder, kanslari leiðsluni í sosialdemokratiska flokkinum knívin á barkan, tá hon mánadagin skuldi taka støðu til eina ætlan hjá stjórnini at nýskipa vælferðarsamfelagið. Boðini frá kanslaranum vóru, at tók leiðslan ikki undir við ætlanini, legði hann frá sær.
Hóttanin gav eisini úrslit. Tá atkvøtt varð, tóku 28 floksleiðslulimir undir við uppskotinum hjá stjórnini, fýra atkvøddu ikki, meðan fýra sýttu fyri at lata hóttan kanslarans við seg koma og atkvøddu ímóti.
Tann 1. juni skal sosialdemokratiski flokkurin taka endaliga støðu til uppskotið um at nýskipa fleiri lógir á vælferðarøkinum. Vinstravongurin í flokkinum hevur boðað frá, at hann er ímóti ætlanini, men aftan á sigurin á floksleiðslufundinum væntar Schrøder, at hann fer eisini at vinna ta avgerandi atkvøðugreiðsluna um ein mánað.
Fornlutir komnir afturíaftur
Amerikanska herleiðslan í Qatar sigur, at meiri enn hundrað fornlutir, sum vórðu rændir á irakskum fornminnissøvnum undir krígnum har, eru nú komnir afturíaftur.
Millum lutirnar, sum eru komnir undan kavi, eru ein 7000 ára gamal vasi og ein standmynd av einum assýriskum kongi.
Fleiri túsund virðismiklir fornlutir hvurvu ella vórðu oyðilagdir, eftir at amerikansku hermenninir høvdu rikið irakska herin úr Bagdad. Hetta elvdi til hvassar atfinningar at amerikanarunum. Víst varð á, at amerikanska herleiðslan hevði allar neyðugar upplýsingar um tey virðismiklu iraksku søvnini, og at hermenninir áttu at vart tey ímóti ránsmonnum og øðrum búrkroppum.
Koyrir 7.000 fólk til hús
Stóra svenska telefyritøkan Ericsson hevur framvegis trupulleikar, og leiðslan hevur tí gjørt av at koyra 7.000 starvsfólk til hús. Tað verður gjørt teir næstu mánaðarnar, soleiðis at um ársskiftið verða 47.000 fólk eftir í arbeiði hjá fyritøkuni.
Ericsson kunngjørdi fyri nøkrum døgum síðani roknskapin fyri tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í ár, sum vísti 4,3 milliardir svenskar krónur í halli. Við at siga 7.000 fólk upp og við at spara á ymsum økjum væntar leiðslan at spara einar 13 milliardir svenskar krónur.
Tað er ikki bara Ericsson, sum hevur trupulleikar við rakstrinum. Hinar stóru telefyritøkurnar hava somu trupulleikar.










