Tann 15. februar næsta ár fer ein 50 metrar long smástjørna fram við jørðini, og hóast hon verður nógvar kilometrar burturi, siga stjørnufrøðingar, at hon fer tætt framvið.
Bretska blaðið The Independent skrivar, at smástjørnan, sum eitur 2012 DA14, verður 24.000 kilometrar frá jørðini, tá hon fer framvið. Tað ljóðar kanska langt, men blaðið ger vart við, at fleiri av teimum fylgisveinum, sum eru í ringrás um jørðina, eru longri burturi.
Vísindafólk siga, at tað er eingin vandi fyri samanstoyti millum okkara jørð og smástjørnuna. Hinvegin siga tey fyri The Independent, at hevði 2012 DA14 rakt jørðina, hevði bresturin verið líka harður sum ein sterk kjarnorkubumba og kundi lagt eitt øki sum London og forstaðirnar í oyði.









