Fleiri veikir jarðskjálvtar vóru seinnapartin í Mýrdalsjøkli í Íslandi, og sambært veðurstovuni í Reykjavík vóru teir harðastu millum tvey og trý á Richterstiganum.
Tann harðasti, sum var 2,6 á Richterstiganum, var 5,3 kilometrar í landnyrðing eystan úr einum staði, sum eitur Goðabunga. Ein góðan hálvan tíma seinni kom ein skjálvti, sum var 2,4 og síðani tveir, sum vóru niðan fyri tvey stig.
Morgunblaðið skrivar, at síðani í summar hava jarðskjálvtar verið í Mýrdalsjøkli við jøvnum millumbili.