Smærugøta og vit onnur

Yvirlýsing frá felagnum Sinnisbati í samband við menningartarnað í Smærugøtu

 

Vegna Sinnisbata Svenning av Lofti formaður

???????????????????????????????????????


Tað harmar okkum, at t að í ár 2001 er neyðugt at minna fólk á, at øll í samfelagnum hava rætt til sámuligan bústað og livikor, og at øll hava rætt til at búgva, har tey ynskja tað ? eisini tey menningartarnaðu og onnur brekað.

Royndirnar, ið Sinnisbati hevur frá teimum báðum húsunum, sum felagið hevur fingið til vega her í Havn, Sólteigur 11 og Eysturstræti 4, eru, at gomlu grannarnir hava tikið sera væl ímóti nýggju og veiku grannunum, hava víst teimum umsorgan og kærleika.

Sinnisbati ynskir við hesi yvirlýsing at stuðla felagnum Javna í arbeiði tess fyri at bøta um kor teirra menningartarnaðu og royna at finna teimum hóskandi bústað og bøta um lívsdygd teirra.