Smærri íbúðir gerast á Norðoyri

Hesi seinastu árini er fólkatalið á Norðoyri tvífaldað. Gongst sum tey hjá byggifritøkuni Norðhús ætla, fer tað at hækka uppaftur meiri í framtíðini

Norðoyri: Tað hevur verið arbeitt við málinum í longri tíð. Men nú er komið so mikið væl áleiðis, at klárt er at fara undir byggingina.

Byggifyritøkan Norðhús í Klaksvík hevur sett sær fyri at byggja smærri íbúðir á Norðoyri, ið liggur beint við Klaksvík.

Fyri mong kan slíkt tykjast sum óðamannaverk. Men fólkini handan Norðhús hava í øllum førum sett sær fyri at geva fólki ein annan møguleika at seta føtur undir egið borð í nánd av Klaksvík.

Í dag hevur verið kunnandi fundur um hesa ætlanina, og verður meiri at frætta frá hesum seinni. Áður hevur verið frammi, at her varð talan um 12 smærri íbúðir, hvør uppá 72 fermetrar.

Hetta er tó ikki fyrsta stóra byggiætlanin hjá Norðhús. Fyritøkan hevur frammanundan luttikið í byggingini av m.a. Badmintonhøllini, Bónus-handlinum, Reyni-service og Klingruni í Klaksvík.


Mesta nakrantíð

Seinastu 20 árini er talið av íbúgvum á Norðoyri nærum fimmfaldað.

Í 1988 búðu ikki fleiri enn 20 fólk í bygdini, men bara tvey ár seinni var fólkatalið komið uppá 54. Og síðani hevur tað bara gingið ein veg.

Í dag búgva sostatt sløk 100 fólk her, og er tað tað mesta nakrantíð.

Nú er ikki óhugsandi, at talið fer at vaksa upp aftur meiri, tá fólk so líðandi fara at flyta inn í íbúðirnar á Norðoyri.

Sagt verður, at bygdin er vinarlig bæði fyri yngri og eldri, eins og útsýnið er sera vakurt við góðum sólargangi.

Av Norðhús verður sagt, at økið har bygt verður á, er slætt og tí vælegnað sum bústaðarøki.

Meiri verður at frætta um hesa íbúðarbyggingina í Sosialinum og á Rás2 teir komandi dagarnar.