Smálutirnir eftir at fáa uppá pláss

Ein semja um fiskivinnunýskipan er í farvatninum, men enn kunnu smálutirnir forða fyri semjuni

Kanska verður tað í dag - kanska í morgin.

 

Ein semja um fiskivinnunýskipanina millum Sambandsflokkin og samgonguna er komin undir land. Ein semja er fingin ums tóru spurningarnar, men enn eru nakrir smálutir eftir at semjast um.

 

Samráðingarfólkini siga - og taka sítt fyrivarni - at onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Tíðin leggur hart trýst á, tí í seinasta lagi týsdagin skal Løgtingið hava eitt uppskot, skal tað yvirhalda allar freistir og fáa viðgerð í hesi tingsetuni.

 

Meðan samráðingarnar fara fram arbeiðir embætisverkið hjá landsstýrismanninum, Høgna Hoydal,  samstundis við at orða paragraffirnar í nýggju lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

So boð um semju ella skrædl koma eftir øllum at døma í dag ella í morgin.