Eg haldi ikki, at tað er gjørligt, at gera nakra veruliga samanbering, sum hevur nakað politiskt virði. Frásøgnin gevur eitt misvísandi og alt ov ljósareytt bílæt av støðuni í flestum førum. Heldur ikki fæst nøkur mynd og orsøkunum til at gongdin hevur verið so ymisk. Eingin søgulig-geografisk vitan av týdningi liggur í hesum teksti.
Tveir listar eru, sum vísa Heimsins smáríki. Ein, har fólkatalið er undir 300.000, og ein annar har fólkatalið upp til 1 millión. Endamálið tykist mest at vera tað, at lesarin skal siga, ?Oys, Oys, Oys, hygg øll hesi smáríkini sum longu hava fulveldi. Hví skulu vit so ikki eisini hava tað??
Einoygd kanning!
Hvítabók hevur eisini tann feil, at hon als ikki sigur nakað um smálond, sum ikki hava fullveldi ella ?free association?. Lond, sum eru sjálvstýrandi ella meira ella minni autonom. Ella sum eru partur av einum sambandsstati. Her er einki um oyggjarnar sum eru saman við UK: Man og Guernsey og hinar kanaloyggjarnar, Bornholm ella St. Pierre og Miquelon ella hvat tað kundi verið.
Høvuðsniðurstøðan í Hvítubók er, at fullveldi hevur givið smáríkjunum møguleika at fjøltátta vinnulívið og at spjaða hjálpina (!) til fleiri lond, og ikki bara fáa frá gamla móðirlandinum. ?Hetta hevur eydnast í flestum smáríkjum? (s. 79-80). Eg haldi, at tað ljóðar alt ov gott.
?Eitt gott dømi er Mauritius? (s. 80). Nei Mauritius er einki gott dømi í so máta, tí har búgva ikki minni enn 1.200.000 fólk. Men rætt er at framleiðslan er blivin meira fjøltáttað seinastu 20 árini. Hví? Tí man hevur eitt sokallað EPZ, útflutningsfremjandi øki, ?við fyribils skattafrælsi, tollfríum innflutningi og lágrentulánum?, og eg kundi skoytt aftrat: lágum lønum, langari arbeiðtíð, ongum veruligum fakfeløgum og vánaligum arbeiðsviðurskiftum.
Nøkur tilvildarlig,
men konkret dømir
Andorra er lítið, men elligamalt land í Pyrenéunum millum Frankaríki og Spania. Næstan 60.000 íbúgvar. Veðurlagið er gott bæði til summarfrí og vetrarferiu (vetrarítrótt). Landsinntøkurnar koma frá turistum og bankavirksemi. 12 milliónir turistar koma árliga, summir bert ein dag at keypa bíliga inn. Hetta verða til meira enn 30.000 (!!!) um dagin. Bankavirksemið byggir á kontoanonymitet, eins og í Schweitz. - Kunnu føroyngar læra nakað av hesum? Landið hevur einki sjálvstøðugt gjaldoyra, men brúkar bæði Franc og Pesetas. Frálíkt land hjá fólki, sum hava ?ilt í skattinum.? Av fólkinum eru 2/3 tilfluttir spaniólar.
Vanuatu í Kyrrahavinum. Umleið 160.000 fólk. Í 1990 var innflutningurin 93 mio $, meðan útflutningurin bert var 14 mio $. Handilsjavnahall uppá 79 mio $. Turistinntøkur 27 m$. Hava diplomatiskt samband við USA, UK og ST. Bert ST-starvið er sett.
Kiribati í Kyrrahavinum, umleið 80.000 íbúgvar. Fólk verða beind út á smáoyggjar vegna yvirskipan. Útfl.: 3,7 mio Austr. $, innfl.: 23,5 mio A$. Selja fiskiloyvi til Japan, Suðurkorea og USA fyri 2,9 mio$. Diplomatiskt samband við UK, sum tó ikki hevur sett nakran sendiharra har úti.
Felags fyri hesi lond og onnur í Kyrrahavinum er, at skatturin er lítil og eingin. Ríkfólk úr USA og Europa flyta hagar at njóta næstan-skattafrælsi, tropiska veðurlagi, strendur og hav.
Bæði lond hava lágan og stagnerandi livifót. Vanuatu hevur GNP/íb. uppá 1.100 $, og har á leið hevur tað ligið leingi. Nakað tann sama er støðan á Fiji, Tonga og Western-Samoa, sum øll eru fullveldir.
Smálond í frælsum felagsskapi, ?free assiciation?
Í aðrari støðu eru oyggjasamfeløgini Cook og Niué. Men fíggjarliga og handilsliga støðan er at kalla tann sama, sum hjá teim áðurnevndu í kyrrahavinum.
Cook-oyggjarnar eru í ?free association? við New Zealand síðani 1965. Økið er 293 km2, og fólkatalið í 1995 umleið 18.500. Útflutningur (frukt, klæði, skógvar): 7,15 mio NZ$. Innflutningur: 124,2 mio NZ$. Handilsjavnahall 117 mio NZ$. Uttanlandaskuld 141 mio $, ella 120% av GDP (bruttotjóðarframleiðsluni). Blokkur frá New Zealandi: 12,3 mio NZ$ ella næstan 20 % av landshúsarhaldinum.
Niué er í somu støðu sum Cook-oyggjarnar. Fólkatalið er bert 2.500 men minkar vegna flyting til New Zealands. Útflutningur o,42 mio NZ$, Innflutningur 3,52 mio. Landshúsarhaldið er fíggjað av blokki frá New Zealandi uppá 8,4 mio NZ$.
Á Cook-oyggjunum veksur tjóðarúrtøkan spakuliga, men er enn lág: 5.000 $/íb. Á Niué stendur alt í stað, og talið er bert 1.000 $/íbúgva.
Smálond við avmarkaðum sjálvstýri
Men øðrvísi er í New Caledonia ella Caledonie Nouvelle, sum er franskt øki við 160.000 íbúgvum. Har er GNP-talið vaksið úr 3.600 $/íb. í 1970 til heili 17.000 $/íb. í 1994. Hetta kemst av at oyggjarnar hava stórt mineral-ríkidømi. Serliga nikkel-framleiðslan kastar gott av sær.
Myndin er nakað tann sama á Guam, sum hoyrir til USA. Hetta er ein herstøð, men hevur eisini ídnað og fleiri aktivar bankar og fíggjarstovnar, sum hava funnið sær serlig ?feitilendir? (nichur). Framgongd og lutfalsligur vælstandur, men einki fullveldi.
Aðrar oyggjar í somu støðu eru Samoa, har tað ikki hendir naka nevnivert, Mariana-oyggjarnar, sum høvdu framgongd til mitt í 80-unum, men síðani er gingið skjótt aftur á hond. Virgin Islands (gomul donsk koloni) í Caribia trívast við stórari amerikanskari turismu.
Niðurstøða mín:
Eg haldi ikki at tað ber til at siga nakað skilagott og alment um smálond klára seg væl ella illa, annaðhvørt tey eru fullveldi, í frælsum felagsskapi ella hava okkurt slag av sjálvstýri.
Frægasta leiðin man vera ikki at skeita alt ov nógv eftir hvat og hvussu onnur hava gjørt. Umstøðurnar hava altíð verið serstakar. Tær søguligu-geografisku fortreytirnar kunnu ikki samanberast og enn minni kopierast.
Rættari hevði verið, at føroyingar spurdu: Hvørji eru málini/problemini, sum skulu loysast heima hjá okkum, hvørjar valmøguleikar hava vit, og hvussu kunnu vit semjast um frægastu loysnina. Jú størri mál at taka støðu til, jú størri semja er ynskilig. Fullveldi, frælsan felagskap ella víðkað sjálvstýri eru øll grundleggjandi mál í Føroyskum politikki, og átti at verið viðgjørd og samtykt, sum onnur lond broyta teirra grundlógir. Helst konsensus ella tað ið líkist.
Rolf Guttesen
Keldur: Statesmans Yearbook, World Almanac and Book of Facts, The Asia-Pacific Profile (Ed. B. Eccleston), Danmarks nationalleksikon.