Smálomb á vegnum

Av tí at smálombini nú eru farin út á vegin at spæla, heita vit á bilførarar um at seta ferðina niður. Tað er lætt nokk, tí tú skalt bara látast sum um har eru børn á vegnum, ella tú kanst hugsa tær til tann skaða, tú fært á teg sjálvan og bilin, um tú rennur á seyð:

Kunnu tit ikki gera so væl og sleppa speedaranum, tá tit nærkast seyði? Vit hava ongan motorveg í Føroyum, har tú kanst koyra sum tær lystir. Ferðin er framhaldandi max 80 km/t ella at koyra eftir umstøðunum, og tá tjøldur og smálomb ganga á vegnum eru umstøðurnar ikki til at koyra skjótt.