Smíðlist styrkt seg fíggjarliga

Byggifyritøkan Smíðlist, sum húsast á Rituvíkarhálsi, hevur nú fimm eigarar. – Nú hava vit styrkt fyritøkuna fíggjarliga, og vit hava nóg mikið at gera alt hetta árið, sigur Trygvi Mortensen, stjóri í Smíðlist

HANDVERK

- Vit hava líka sum styrkt felagið til framtíðina. Árið í fjør var strævið hjá nógvum byggifyritøkum, og soleiðis var eisini hjá okkum. Væntandi er eisini, at árið í ár verður eitt sindur strævið. Í mars mánaði gjørdust vit fimm eigarar í fyritøkuni í mun til tveir, og vit tvífaldaðu eisini partapeningin í Sp/f Smíðlist.
Trygvi Mortensen, stjóri í Smíðlist, sigur, at teir nú eru tríggir, sum eiga 75% av fyritøkuni, meðan tveir aðrir partar eiga seinastu 25%.
- Eg kom uppí fyritøkuna miðskeiðis í 2009, og fram til í mars í áttu Kári Kristiansen og eg partapeningin í felagnum. Nú eru tað so vit saman við trimum øðrum, sum eiga felagið Sp/f Smíðlist, sigur hann.

17 í starvi
Nógv hevur verið frammi um, at byggivinnan í Føroyum ikki hevur tað so gott í hesum tíðum, men alt bendir á, Smíðlist gongur ljósari tíðum ímóti.
- Vit eru umleið 17 fólk í fyritøkuni í løtuni, og vit hava nóg mikið at gera alt hetta árið. Harumframt eru nógvir fyrispurningar um ymisk arbeiði.
Trygvi Mortensen sigur, at tey størstu arbeiðini, sum Smíðlist í løtuni hevur í gongd, eru útbyggingar av Stranda skúla og byggingin av barnaskúlanum við Gøtugjógv.
- Hetta er í báðum førum stór arbeiði, sum krevja nógva orku og planlegging.
Smíðlist ger bara timburarbeiði, men hevur undirveitarar til aðrar uppgávur, sum eru partur av verkætlanum, ið felagið hevur um hendi.

Stórt og smátt
Stjórin í felagnum sigur, at ein stórur partur av virkseminum hjá Smíðlist hevur verið at bygt sethús, og í løtuni hava teir eini stór sethús í gerð í Vágum.
- Vit gera uppgávur um meginpartin av landinum.
Fyri at vísa á, at felagið bæði tekur sær av tí stóra og smáa, sigur hann, at teir eitt nú hava umvælt og sett í stand eina meiri enn 100 ára gamla song.
- Sjálvandi er hetta ikki nakað, vit liva av, men eg sigi hetta til stuttleikar og bara fyri at vísa á, at uppgávurnar spenna rættiliga víða, leggur Trygvi Mortensen aftrat.
Hann sigur, at tað ”smittar” av sær, sum hann tekur til, tá felagið sum nú byggir eini sethús í Vágum.
- Vit fáa nógvar fyrispurningar um sethúsabygging, eisini úr Vágum. Tá fólk heita á okkum um slíkar uppgávur, fáa tey altíð eitt tilboð og ta ráðgeving, tey ynskja. Hetta merkir tó ikki, at vit fáa øll arbeiði, vit geva tilboð uppá. Príslegan kann jú eisini ávirkast av, hvussu nógv vit hava fyri hendurnar, tá spurt verður. Men fólk eru altíð vælkomin at venda sær til okkara – um allar møguligar timburuppgávur.
Stjórin heldur, at frægari er vorðið við sethúsabygging í løtuni, enn tað hevur verið.
- At síggja til er rímiligt virksemi við sethúsabygging kring um, leggu hann aftrat.

Góðar umstøður
Smíðlist hevur góðar umstøður, har felagið húsast í stórum leigaðum og rúmligum hølum á Rituvíkarhálsi. Hetta er bygningurin, har Shell áður helt til, og sum nú verður brúktur til virksemið hjá elemenfyritøkuni.
Í dag eigur Frithleif Olsen í Rituvík bygningin, sum er umleið 900 fermetrar stórur, og økið uttan um er einar 3000 fermetrar stórt.
- Hóast vit hava nóg mikið at gera í 2010, verður árið í ár neyvan nakað gullár kortini, men vit vóna, at gongdin verður betri í 2011, sigur Trygvi Mortensen, stjóri í Smíðlist.