Smíðlist góðar umstøður á Rituvíkarhálsi

- Vit kunnu veita heildarloysnir, men vit kunnu eisini inniloka hús, so fólk kunnu taka sær av restini sjálvi og soleiðis spara nakrar krónur, sigur Trygvi Mortensen, sum er annar maðurin aftanfyri byggifyritøkuna Smíðlist

Byggivinna

Byggifyritøkan Smíðlist húsast í stórum og rúmligum hølum á Rituvíkarhálsi, har pláss bæði er innan-og uttandura.
Trygvi Mortensen, annar av stjórunum í fyritøkuni, sigur, at hølini eru einar 900 fermetrar, og grundøkið rundan um bygningin er einar 2500-3000 fermetrar.
- So, vit hava góðar umstøður og gott pláss at arbeiða á, bæði inni og úti, leggur hann aftrat.

Nógvi møguleikar
Trygvi Mortensen sigur, at Smíðlist fær slett ikki so fáar fyrispurningar frá fólki, sum ætla sær at byggja sær sethús.
- Eg vil heldur siga, at vit hava fleiri fyrispurningar um sethúsabygging.
Hann sigur, at møguleikarnir hjá fólki, sum hugsa um at byggja, eru nógvir.
- Vit kunnu veita heildarloysnir, men vit kunnu eisini inniloka hús, so fólk kunnu taka sær av restini sjálvi og soleiðis spara nakrar krónur. Alt er møguligt, sigur Trygvi Mortensen.
Hann sigur, at Smíðlist eisini hjálpir fólki at tekna síni egnu hús, um tey ynskja tað.