Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur.
Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Ein fiskar tosk og hýsu, ein fiskar stinglaks, og ein fiskar svartkalva. Allir koma inn at landa í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at fimm trolbátar eru norðan fyri. Allir fiska tosk - og so fáa teir eisini nakað av hýsu, upsa og flatfiski.
Væntandi koma allir teir smáu trolbátarnir inn at landa hesa vikuna.
At enda verður lagt aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er heldur frægari nú.
- Eitt garnaskip landar í dag, og hini koma inn at landa seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.