Smáligur upsafiskiskapur

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir fyri veður.

 

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll pørini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini landa, sum næsta vika gongur.

Í dag eru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Annar kemur helst inn at landa fyrst í næstu viku, og hin landar seinni í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju í løtuni, men teir fara út aftur, tá veðrið batnar.

- Landleiðin er liðug, so nú fara trolbátarnir helst at fiska tosk og hýsu - og so nakað av flatfiski, verður lagt aftrat.

Trý garnaskip eru eisini til fiskiskap eftir svartkalva í løtuni, og hesi skipini ísa øll fiskin umborð. Garnafiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur.

- Tvey garnaskip fiska eisini havtasku. Annað skipið frystir fiskin umborð - og hitt ísar, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.