Smáligur fiskiskapur hjá flakatrolarunum

»Vesturvón« fór at sigla heim í gjár við 618 tonsum í flaki. Flakaprísurin liggur í løtuni um 35 kr. í miðal fyri kilo

Seinasta vika hjá flakatrolarunum í Barentshavinum gav ikki nógv. Teir báðir trolararnir hjá JFK Trol, »Skálaberg« og »Sundaberg«, høvdu fingið eini 15 tons fyri alla vikuna, so har var lítil fiskur at fáa, verður sagt av skrivstovuni hjá JFK Trol.

Men tó at lítið er at fáa nú í Barentshavinum, so eru nógvir trolarar til fiskaskap har. Skiparin á »Skálaberg« segði seg síggja einar 50-60 norskar og russiskar trolarar á radaranum.

Og seinasta frættist frá trolarunum, hevði »Skalaberg« 140 tons í flaki og »Sundaberg« 246 tons. »Skálaberg« fór henda túrin 20. august og »Sundaberg« 4. august.


Vesturvón

farin at sigla

»Vesturvón« fór at sigla heim í gjár við 618 tonsum í flaki. Heldur ikki »Vesturvón« hevur fingið nakað seinastu dagarnar, so gjørt varð av at fara heim.

Henda lastin verður løgd upp í Grimsby, og tað er sølufelagið VS Seafood hjá Pf. Vesturvón, sum selur flakið hjá flakatrolaranum í Sørvági.

Sagt verður, at prísurin hevur verið góður, í miðal um 35 kr. kilo, men hann broytist alla tíðina, alt eftir, hvussu nógv er á marknaðinum. Fyrr í ár var lítið á marknaðinum og tá toppaði prísurin, verður sagt.