Smáligt við línu undir Føroyum

- Streymurin er harður, men veðrið verður helst brúkiligt teir næstu dagarnar.

Tvey ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin. Annað hevur fiskað í íslendskum sjógvi, og hitt hevur fiskað undir Føroyum. Skipini hava eina blandig av toski, hýsu og longu.

 

- Seinni í vikuni koma væntandi trý ella fýra ísfiskalínuskip aftrat inn at landa. Eitt ella tvey koma undan Føroyum og eini tvey undan Íslandi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at línufiskiskapurin undir Føroyum er smáligur í løtuni. Heldur frægari er undir Íslandi.

 

- Nøkur línuskip liggja við bryggju, men fara helst út aftur í næstum.

 

Lagt verður aftrat, at streymurin er harður, men batnar út á næstu viku. Veðrið verður helst brúkiligt, og væntandi verður nakað av útróðri, serliga við snellu.