Smáligt við fiski - og arbeiði

Í Sørvági kemur lítil fiskur upp á land um dagarnar, og í Hvalba vænta tey ikki tað stóra hesa vikuna, tá skipini, sum plaga at landa til virkið, vóru inni í síðstu viku. Landingarmiðstøðin í Sørvági landaði leygardagin sløk 12.500 pund av útróðrarfiski. Flestu bátar royna við snellu, men onkur roynir við línu.

Aftur í dag eru bátar á útróðri, men tá vit frættu úr Sørvági seinnapartin, var ov tíðliga at siga, hvussu hesin dagurin fer at vignast.

Frægastu landingina í síðstu viku hevði útróðrarbáturin, Jóhan Fríði, sum er ein stórur glastrevjabátur. Teir høvdu síðsta mikudag 8.000 pund á einari setu.

Í Sørvági verður roknað við, at línuskipið Havbúgvin kemur inn at landa seinni í hesi vikuni.

Og eitt sindur meiri um fisk.

Á flakavirkinum TG Seafood í Hvalba vænta tey ongan bát hesa vikuna. Skipini, sum plaga at landa til virkið, vóru øll inni í síðstu viku.

Ólavur Bjarkhamar, sum arbeiðir hjá TG Seafood, væntar ikki, at nakað fiskaarbeiði verður á flakavirkinum í Hvalba hesa vikuna.

- Vit vænta ikki, at nøkur størri landing verður aftur fyrr enn í næstu viku, og tá verður aftur arbeiði til fólkið á flakavirkinum, sigur Ólavur Bjarkhamar.