Meginparturin av teimum 37 tonsunum, sum vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum fyrrapartin, var fiskur frá einum línuskipi og tveimum partrolarum.
Knappliga átta tons vóru av hýsu, og prísurin var heldur frægari, enn hann hevur verið. Hýsa I fór fyri 17,40 krónur, hýsa II fyri 16,25 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 15,11 krónur fyri kilo.
Góð níggju tons vóru av longu. Longa II fekk meðalprísin 12,30 krónur, og meðalprísurin á longu III var 12,70 krónur.
Nakað var av toski og upsa. Toskur II og III fóru fyri góðar 15,70 krónur í meðal, og upsin fór fyri 10,00 krónur kilo.
Góð átta tons av svartkalva fingu meðalprísin 25,34 krónur.
Tey 37 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri 635.000 krónur.