MAKRELUR
Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at kjakið um makrel í stóran mun hevur sett dagsskránna í føroysku fjølmiðlunum ein stóran part av hesum árinum.
Kjakast hevur verið um, hvørt tað var rætt av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at áseta Føroyum egna makrelkvotu og soleiðis ganga ímóti strandalandaavtaluni um makrel. Eisini hevur verið kjakast um, hvør skuldi sleppa at fiska – og í síðsta enda, hvussu býtið av makrelinum skuldi vera millum skipabólkar og skip.
Í aðrar mátar hevur eisini verið gitt um dygdina av fiskinum í tíðini, meðan hann er í føroyskum sjógvi – og um makrelur yvirhøvur kundi fiskast uttan stóra uppíblanding av eitt nú sild.
Eitt, sum minni hevur verið at hoyrt um, er, hvussu tað hevur vignast hjá monnum, sum hava gjørt royndir at dyrgja eftir makreli í summar og í heyst.
Smálig veiða
Ein av bátunum, sum hevur verið riggaður til makrelveiði við dorg, er Aqua Star báturin hjá Peturi á Roykheyggi í Saltangará. Tað er serliga versonur hansara, Hans Óli Viberg, sum hevur gjørt nakrar túrar við bátinum í síni frítíð. Hans Óli starvast annars sum havnastjóri við Tofta havn.
- Eg havi verið nakrar túrar, men havi ongantíð verið veruliga til havs. Havi mest roynt inni á firðum og sundum. Báturin er útgjørdur við trimum dergrum, og dyrgingarskipanin hevur víst seg at rigga væl. Makrelurin er farin í ísvatn og hevur verið rættiliga góður til dygdar.
Hans Óli Viberg sigur, at veiðan, sum hann hevur fingið teir dagarnar, hann hevur roynt, hevur ikki verið nakað at reypa av.
- Veiðan hevur yvirhøvur verið smálig. Eg havi fingið uppí nøkur hundrað pund og heilt niður í lítið og einki. Ein dagin fekk eg soleiðis 400 pund eftir lítlari løtu á Oyndarfirði.
Hann veit annars at siga frá útróðrarmanni úr Oyndarfirði, sum býr og rør út av Fuglafirði, at hesin tann eina dagin fekk 1800 pund av makreli á Rituvík.
Hans Óli vísir á, at tá fiskur er, og fiskurin tekur, kann vera rættiliga skjótt at fiska.
- Hendan dagin, eg var á Oyndarfirði, fekk eg uppí tríggjar kurvar eftir fimm minuttum – og síðan fekk eg ongan makrel aftur, leggur hann aftrat
Á 30 metrum
Hans Óli sigur, at royndir hansara í summar og í heyst hava víst, at tað nyttar einki at dyrgja eftir fiskinum, sum gongur heilt uppi undir vatnskorpuni.
- Tað vísti seg nevniliga, at tá fiskurin fór longur niður í sjógvin, kundi hann fáast á dorg.
Bæði norðmenn og íslendingar hava fiskað nógvan makrel við dorg, og Hans Óli sigur seg hava skilt, at norðmonnum dámar best, tá fiskurin stendur á umleið 30 metra dýpi.
- Vit hava ivaleyst nógv at læra enn, tó at vit væl duga at síggja, at dyrgingarskipanin vísir seg at rigga væl, og skjótt er at fiska, tá væl liggur fyri.
Báturin Nevið hevur tríggjar dergur, men fyri tað mesta hevur Hans Óli havt tvær dergur úti.
- Vit hava havt 35 húkar á hvørji dorg. Hetta eru ikki vanligir beituhúkar, men húkar við einum slangupetti um ryggin. Dergurnar hava lodd í endanum, og tær ferðast niður og upp alla tíðina, sigur Hans Óli Viberg.










