Smálig upsaveiða hjá trolarum

Av fýra skipum, sum í løtuni eru á garnaveiði, eru trý á ísfiski, og eitt skip frystir veiðina umborð.

 

 

Flestu partrolarar eru til fiskiskap í løtuni, og øll skipini fiska upsa. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Tveir djúpvatnstrolarar fiska kongafisk, og teir koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku. Ein er eystan fyri og komur helst eisini inn at landa síðst í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at allir teir smáu trolbátarnir lógu við bryggju, men væntandi er, at onkur loysir í næstum.

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og bæði skipini ísa fiskin. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku. Annað skipið frystir fiskin, hitt ísar, verður lagt aftrat.