Jonna Justinussen
Lat meg byrja við at heita á fólk um at seta ferðina niður, tá tey nærkast seyði. Ansið eftir smálombunum við vegin.
Várið átti at verið tann besta tiðin: ljós, líðka, fuglar, smálomb..., men vit hava longu fingið ávaring um, at tað samstundis kann síggja sera svart út. Hesi lítlu, fittu smálombini eru í stórum vanda hvønn einasta dag, um vit, ið koyra bil, ikki ansa eftir teimum. Tað er ikki lætt, men tað MÁ gerast. Er óhappið úti, kanst tú tá altíð siga, at tú ROYNDI at ansa eftir.
Smálomb eru óútroknilig. Mamman sleppur teimum uppá fjall, letur tey fara alt ov langt frá sær, og hon rópar bert á tey, tá hon vil sleppa av við mjólkina, ella tá hon heldur, at vandi er á ferð.
Sum fyrrverandi formaður í Djóraverndarfelagnum havi eg eina rættiliga góða vitan um, hvør ringir til Djóraverndarfelagið, og hvat tey ringja um.
Og tá fólk síggja eitt smálamb, har tað eina beinið sær út til at vera skrætt av, kann eg ímynda mær, hvussu telefonin hevur kimað. Tað nýtist einum bert at hava eitt evarska lítið vet av samkenslu fyri øðrum enn sær sjálvum fyri at skilja, at hetta lambið hevði tað ræðuligt, hevði eina pínu, ið tað ikki kundi renna undan, eina pínu, ið var har allatíð, eisini meðan tað svav.
Djóraverndarfelagið hevur adressu í Havn, men fólk ringja úr øllum landinum, annars hevði felagið ikki kunnað virkað. At tað eru býbúgvar, ið ikki hava skil fyri bóndavirki, ið fáa ilt í hjartað, tá tey síggja djór pínast, er tápulig undanførsla, og ein týpisk reaktión hjá einum manni, ið veit, at hann hevur gjørt okkurt skeivt og ergrar seg yvir at vera avdúkaður.
Neyðars maður, nú er hann komin á svartalista hjá øllum, og nú kann hann rokna við, at ØLL hyggja eyka væl eftir, hvussu hansara djór hava tað.