Ein landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum hevur sett á breddan uppskot um at leggja øll sjúkrahúsinum saman í eitt sjúkrahús á trimum støðum. Í útgangspunktinum eitt skilagott uppskot, tí hví skulu vit hava trý sjálvstøðug sjúkrahús í Føroyum?
Men uppskotið verður – sum ambært náttúrulógunum – jarðað av lokalpatriotum í Klaksvík og í Suðuroy. Fyrst var tað Gunvá við Keldu. Borgarstjórin í Klaksvík eigur at vera í móti slíkum tankum. Fyri ein sikkurheitskyld skal hon skjóta tað niður beinanvegin. So kemur floksfelagin hjá landsstýrismanninum, borgarstjórin á Tvøroyri. Hann sópar tað av borðinum.
Og sum ketta úr høvdatrog kemur sambandstingmaðurin í Norðoyggjum, Bjørn Kalsø – sum er við at læra seg teknikkin beint upp undir val at vera ímóti øllum, »sum kemur úr Havn«, og sigur sum hini.
Tey finna upp á fyribrigdi so sum »niðurbræðing«. Altso, John Johannessen og »øll hasi í Havn« hava lagt eina ætlan um at taka sjúkrahúsið frá fólkum í Suðuroy og Norðoyggjum – tey unna teimum ikki hesa heilsutrygd, tey hava óndar ætlanir.
Slík motiv verða skotin landsstýrismanninum í skógvarnar.
Vit sakna sakligar grundgevingar fyri, hví vit ikki skulu hava eitt sjúkrahúsverk á trimum støðum. Kanska tað er bíligari, kanska tað er tryggari, kanska tað gevur fleiri arbeiðspláss? Men kanska tað skaðar prestisjuna hjá ávísum politikarum...?
Man tann sjúki verða tryggari, um ein stjóri situr í Klaksvík og ein á Tvøroyri?
Vit hava hesa sjúkuna við at gera okkara egna kongaríki í hesum landinum. Suðuroyingar og norðoyingar skulu – sambært summum – hava síni egnu »sjúkrahúskongaríki«.
Ókey. Lat okkum síggja, hvat hetta kostar, og so hvat vit vilja gjalda!