Framsýningin ber heitið Transform, og hon hevur longu verið sýnd fram aðrastaðnis. Á framsýningini verður ljós sett á nútímans sniðgeving úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
Hugtakandi føroyskt klædnasnið
Eitt tað mest hugtakandi á framsýniningini í Müllers Pakkhúsi var at síggja verkini hjá teimum føroysku klædnasniðgevunum. Sniðgevarar sum Elisa Heinesen, Guðrun og Guðrun, Borgný Dam Patursson og Barbara í Gongini kenna føroyingar rættuliga væl, meðan Annika Heinadóttir, Malan á Lofti, Svanhild Strøm og Anna Kirstin Bæk eru meiri óskrivaði bløð millum føroyingar.
Felags fyri øll føroysku verkini var, at tey fyrst og fremst vóru gjørd úr tilfari, ið vit hava her í Føroyum. Her verður hugsað um ull og skinn fyrst og fremst, men í onkrum einstakum verki var fiskaskræða eisini nýtt.
Føroysku verkini vóru ógvuliga spennandi og nýskapandi, og stuttligt var millum annað at síggja tær mongu taskurnar hjá Annu Kristinu Bæk, har tað var ógvuliga týðuligt, at sniðgevin hevði fingið íblástur frá William Heinesen, sála.
Íslendskar smúkkur
Íslendski parturin av framsýningini vóru verk av íslendskum gull- og silvursmiðjum, og tað er einki at taka seg aftur í, at talan var um prýðislutir á hægsti stigi, ið íslendsku smiðirnir høvdu tilevnað.
Íslendingar hava altíð verið kendir fyri at verða rættuliga eksperimenterandi, og listin hjá teimum er eisini prógv um hetta. Hóast fleiri av verkunum á framsýningini tóktust klassisk, so sást tú eisini heilt nógvar prýðislutar, har ikki kann sigast annað, enn at talan var um ógvuliga eksperimenterandi verk.
Grønlendska íkastið til Transform-framsýningini var eisini spennandi. Eitt sindur var av tí siðvandu grønlendsku listini við verkum, sum vóru gjørd úr ymiskum steinasløgum og úr beini.
Sniðgevin Else Møller hevði eisini ein kjóla við á framsýningini, ið prógvaði, at grønlendingar eisini eru frammalaga á hesum øki.
Framsýningin í Müllers Pakkhúsi var spennandi og øðrvísi, og fyrireikararnir av Listastevnuni siga, at nógv fólk vitjaðu framsýningina, og at talan var um bæði føroyingar og útlendingar.