Smáir skógvar

Fyri meira enn einum ári síðan fekk samgongan umsókn frá kommununum í Suðuroynni um at vera við í einari felags menningarætlan fyri oynna.

Einki svar kom aftur og einki spurdist burturúr.
Samgongan var komin við eini Suðuroyarætlan, har tað varð ásannað, at støðan í oynni var vorðin so mikið hættislig, at politisk stig máttu takast til tess at stuðla eini tilgongd, ið hevði støðug arbeiðspláss við sær.
Í løgmansrøðuni hálvt ár seinni sást einki stig vera tikið.
Kommunurnar tóku hinvegin eitt stig, og sendu landsstýrinum umsókn um at vera við.
Eitt heilt álmanakkaár seinni var framvegis einki svar komið frá landsins stýri.
Tjóðveldisflokkurin legði tí málið á tingborð 2. mars í ár.
Málið fór í fíggjarnevndina, har samgongan súltaði tað.
Tá málið endiliga kom útaftur, mæltu tey frá at játta hesar neyðars 250.000 kr.
Grannvaksin fólk fóru í teir heilt smáu skógvarnar, og mæltu heldur til at játta somu upphædd til sama uppskot, sum teirra egna stýrið hevði skriva av eftir okkara og lagt fram ein mánaða seinni.
Andstøðan í fíggjarnevndini legði tíbetur lítið í hetta smásinnið, og mælti til at samtykkja uppskot okkara í fyrsta umfari og avskrivaða uppskotið frá samgonguni í øðrum umfari.
Harafturat tók andstøðan heilt og fult undir við stavnhaldinum um, at Suðuroyarøkið aftur skal gerast:

" ein áhugaverdur búsetingarvalkostur til høvuðsstaðarøkið,
" íbúgvatalið skal fáast at vaksa aftur,
" kappingarførið skal betrast,
" vøkstur skal fáast aftur í búskapin,
" arbeiðsmegin skal mennast,
" virki og størv í kappingargreinum skal økjast,
" dentur skal leggjast á altjóða verkætlanir,
" útlendskar íløgur og vitan skulu fáast til økið.

Vit leggja stóran dent á, at tað almenna stuðlar hesum átaki, og vit leggja minni, fyri ikki at siga einki í, hvør ið eigur uppskotið, ið vinnur frama.
Stigtakarar til hesa ætlan vóru teir báðir, Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss.
Hugskotið og fíggingarmynstrið kemur úr Eyafjarðarætlanini í Íslandi, har landið rindar góða helvt, meðan kommunusamtøk, vinnusamtøk og onnur lata rest.
Vit hildu ætlanina vera er so mikið áhugaverda, at tað var synd at hon doyði stráðdeyðan.
Vit fegnast tí sjálvandi um, at tað loksins eyðnaðist okkum at trýsta samgonguna til arbeiðis.
Vit eru sera takksom fyri, at ætlanin er komin undir land og ynskja stigtakarunum og kommununum í Suðuroynni góða eyðnu við henni.
Og sjálvandi taka vit tað sum eina sjálvfylgju, at samgongan játtar og fullførir samstarvsavtaluna, tá ið tað fyrireikandi arbeiði í hesi játtanini er liðugt.