Smáir íleggjarar yvirteknað fleiri ferðir

Hóast nágreiniliga talið ikki verður upplýst, so viðgongur Handelsbanken, sum stendur fyri søluni av Føroya Banka, at smáu íleggjararnir hava yvirteknað útboðið fleiri ferðir

Tað kemur ikki óvæntað á umboðini fyri Handelsbanken, at íløguhugurin hjá vanliga føroyingum hevur verið stórur, nú til bar at keypa sær ein bita av gamla bankanum.

- Men eg má kortini viðganga, at áhugin hevur verið væl størri, enn eg hevði væntað, sigur umboðið hjá Handelsbanken, Jakob Fink, sum stendur fyri søluni.

Stóri eftirspurningurin hevði eisini við sær, at sølan lat aftur væl fyrri enn upprunaliga væntað, og nógvar hava gitingarnar verið um, hvussu nógvan pening vanligi føroyingurin hevur ætlað sær at seta í bankan.

Um tað mundið, tá sølan lat aftur, hoyrdist at yvirtekningin var tvífald útboðið, men seinastu dagarnar hevur graml verið at hoyra um, at áhugin er átta ferðir størri enn útboðið.


Kunnu rokna eftir

Jakob Fink sigur við Sosialin, at hetta talið er ikki rætt, men at útboðið er yvirteknað “mange gange” sum hann tekur til. Og hóast hann sigur seg kenna rætta talið, so vil hann ikki siga tað.

- Tað er eisini ivasamt um vit yvirhøvur upplýsa hetta. Men sjálvandi kunnu tey, sum keypa partabrøv rokna eftirspurningin eftir, tá boðini koma um, hvussu nógv tey sleppa at keypa, upplýsir Jakob Fink.

Men, sigur hann, um vit nú spæla okkum við tankan, at føroyingar eru sinnaðir til at yvirtekna átta ferðir, og at kursurin er 189, so merkir tað, at íløguhugurin er umleið 2 mia. krónur hjá teimum smáu íleggjarunum. Og her skal fyrivarni verða tikið fyri, at summir íleggjarir eisini taka hædd fyri einari yvirtekning, og tískil seta seg fyri meira enn tey í veruleikanum ynskja.


Fáa færri partabrøv

At útboðið av partabrøvum er yvirteknað merkir, at áhugin fyri at gera íløgur í partabrøv er størri enn útboðið av partabrøvum. Tí sleppa áhugaðu íleggjararnir ikki at keypa so nógv partabrøv, sum teir hava sett seg fyri.

Um yvirtekningin til dømis er tvífalda útboðið, og ein íleggjari hevði ætlað sær at keypt partabrøv fyri 100.000 krónur, so sleppur viðkomandi helst bert at keypa fyri 50.000 kr. Men tað veldst eisini um, eftir hvørjum frymli seljararnir velja at býta partabrøvini millum keypararnar.


Sami leistur til øll

Spurdur, eftir hvørjum leisti partabrøvini til smáu íleggjararmar verða býtt, sigur Jakob Fink, at allir verða eins viðfarnir, bæði teir, sum longu hava fígging og teir, sum læna peningin.

- Partabrøvini verða býtt sundur eftir einum ávísum frymli. Hesin kundi til dømis verið soleiðis, at tær fyrstu 50.000 kr. hjá einum íleggjara eru vissar, meðan restin verður roknað út frá einum ávísum prosentparti.

Viðvíkjandi stóru íleggjarunum upplýsir Jakob Fink, at leiðslan í Føroya Banka seinastu dagarnar hevur ferðast runt bæði innan- og uttanlands og fundast við møguligar stórar íleggjarar.

- Hendan sølan letur ikki aftur fyrr enn ætlað, tí fundirnir halda fram líka til síðstu løtu, og tí skulu allir møguligir áhugaðir íleggjarar hava sama møguleika, upplýsir Jakob Fink