Smáir havgøltar á Havsbrún

Systirskipini, Father Mckee og Brendelen, úr Írlandi landaðu umleið 2000 tons av havgølti til Havsbrún í Fuglafirði í síðstu viku. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesi skip hava landað hetta fiskaslag í Føroyum. Tað hava tey nógvar ferðir gjørt áður

Men hvat er ein havgøltur?
Fyri nøkrum árum síðan tók Havsbrún ímóti fyrstu nøgdunum av hesum “nýggja” fiskaslagi, sum á enskum kallast boarfish. Føroyska navnið er havgøltur.
Tað var nótaskipið Christian í Grótinum, sum fekk hesar fiskarnar, tá teir royndu eftir rossamakreli í Ensku Kanalini. Tá hevði nótaskipið eina íblanding av havgølti, sum teir landaðu í Fuglafirði.
Okkurt árið hevur Havsbrún keypt nøkur túsund tons av havgølti, og tað eru hesi írsku systirskipini, Father McKee og Brendelen, sum eru grundarlagið undir hesi ráfiskatilgongd. Skipini plaga at royna á leiðunum sunnanfyri Írland og niðri móti Ensku Kanalini.
Havgøltur er smáur fiskur. Er slagið gott, liggur støddin millum 10 og 13 cm., men er fiskurin smáur, er longdin einar 5-6 cm. Fiskurin minnir um kongafisk í skræðuni; hann er nakað hvassur, og tí er hann eisini ringur at fáa upp úr skipinum. Neyðugt er at brúka nógv vatn, tá havgøltur verður landaður.