Tað stendur ikki ov væl til í danska landbúnaðinum, og tað ger, at tríggir smáir peningastovnar, sum hava lutfalsliga stórt tilknýti til landbúnaðin, hava fingið nýggj krøv frá fíggjareftirlitinum.
Teir tríggir peningastovnarnir hava fingið boð um at seta meiri pengar av og at økja niðurskrivingarnar upp á lán til lanbúnaðin. Eitt nú skal Sparekassen Skals økja sínar niðurskrivingar upp á landbúnaðin 15 milliónir krónur, samstundis sum hansara egna høvuðsdeild skal niðurskrivast átta milliónir krónur.
-Hetta ger, at vit noyðast at halda aftur við nýggjum lánum, sigur stjórin í sparikassanum, Henrik Jessen, við danska kringvarpið.
Hinir báðir peningastovnarnir, sum hava fingið tilsvarandi kravboð frá fíggjareftirlitinum, eru Skjern Bank og Hobro Sparekasse, sum báðir hava lutfalsliga stórt tilknýti við landbúnaðin.









