Smágongustjørna uppkallað eftir Freddie Mercury

Brian May, guitarleikari og stjørnualisfrøðingur, er uppruni til uppkallingina.

Sangarin í bólkinum Queen, Freddie Mercury, sáli, hevði fylt 70 ár mánadagin 5. september.

 

Í hesum sambandi var tað, at hann fekk eina smágongustjørnu nevnda eftir sær.

 

International Astronomical Union Minor Planet Center hevur nevnt smágongustjørnu 17473, ið varð funnin í 1991, eftir Freddie Mercury. Hann doyði í 1991.

 

Brian May, guitarleikari í Queen, er ikki bert guitarleikari og rockstjørna. Hann er eisini stjørnualisfrøðingur, ella astrofysikari. Og tað er hann, ið hevur fingið í lag, at Mercury hevur fingið smágongustjørnu nevnda eftir sær.

 

Sjalvur hevur Brian May eisini eina smágongustjørnu nevnda eftir sær.