Smáglottar í europeiska búskapinum, Kritikkur av fíggjarleiðsluni hjá Bush

Í juli mánaða hevur lutfallið millum dollar og euro ligið rættiliga konstant, aftaná stóra euro-fallið sum brast á aftaná fólkaatkvøðurnar í Frankaríki og Hollandi, har nýggja ES-grundlógin bleiv vrakað. Í juli hevur ein eura givið millum 1,20 og 1,22 dollar. Tó var kursurin eitt stutt bil heilt niðri á 1,88.
Tann politiska óvissan, sum støðan í Frankaríki og Hollandi, og harvið í øllum euro-økinum við 12 luttakandi londum førdi til, at fokus flutti burtur frá tí amerikanska búskapinum, sum framvegishevur nakrar álvarsligar struktur-veikleikar. Henda óvissan gjørdi, at euran fall frá umleið 1,30 til eitt væl lægri virði uppá umleið 1,20 dollar.
Hevur US-dollar mist damp og megi?
Hóast fleiri búskaparlig hagtøl úr USA í seinastuni hava verið positiv, so hevur dollarin mist framdriftina, sum hann hevur havt seinastu mánaðirnar ella kanska hálva árið. Amerikanski landsbankin, The Fed hevur seinastu tíðina javnan hækkað tað "stuttu" rentuna við 0,25%, so hon nú er 3,25%, meðan europeiski ECB hevur hildið fast um 2%. Tí hevur tað verið fyrimunur hjá summum at gera íleggingar í USA og í dollar, og eftirspurningurin eftir dollar hevur verið stórur.
Búskaparvøksturin var eisini í 2. kvartali góður í USA, uppá 3,4%. Hetta er væl meira enn í flestu ES-londum.

Búskaparlig hagtølVøkstur í BNPArbeiðsloysið
2005 (mett) %(seinasta) %
USA3,55,0
Euro-økið1,38,8
Týskland1,111,6
Frankaríki1,510,1
Italia- 0,27,8
Bretland*)2,24,8
Svøríki*)1,95,2
Danmark*)2,15,8

*) ikki í euro-økinum. Kelda The Economist 30.7.05

Smáir glottar í Týsklandi og Frankaríki
Hetta lægra virðið á euro hevur, eftir lærubókini, við sær, at tað skuldi verið lættari at útflutt vørur ú euro-økinum. Helst er tað hetta, sum hevur fingið framtíðarvónirnar í týska vinnulívinum at batna. IFO-stovnurin í München hevur spurt 7000 týsk virkir um teirra framtíðarvónir. Fyrispurningurin gav eitt index-tal fyri juli uppá 95, sum er ein vøkstur uppá 1,7 síðan juni. Við øðrum orðum ein klár framgongd.
Men framvegis er búskaparligi vøksturin í Týsklandi lágur. Og arbeiðsloysið er tað hægsta síðan kreppuna í 1930-unum. 5 milliónir ganga arbeiðsleys, ella umleið 10% av arbeiðsfólkinum. Í teim "nýggju" londunum í eystara parti av landinum eru umleið 20% arbeiðsleys. Tí eru fólk blivin meira sparin, keypa minni, ferðast minni.
Í Frankaríki er arbeiðsloysið nakað líka høgt sum í Týsklandi. Men seinastu tølini siga tó frá einum lítlum bata, so kanska gongur tað rætta vegin. Juni-tølini søgdu 10,1%, sum er ein minking uppá 0,1% í mun til mai.
Hvat vísir arbeiðsloysistalið í USA?
Nógv fólk trúgva at hagtøl ella statistikkur er tað sama sum tað rætta, sannleikin. Ja, ja- men hvat? Tað veldst millum annað um hvørjir spurningar verða settir, og hvussu teir verða settir. Tabellin omanfyri sigur at 5,0% eru arbeiðsleys í USA, heimsins størsta búskapi. Og tað er væl lægri enn í euro-økinum, har tað er 8,8%.
Men ein grein í seinasta nummar av "The Economist" setir spurnartekin við, um hetta tal eisini sigur sannleikan sum hann er. Blaðið vísir til eina rapport, sum landsbankin The Fed (stytting av Federal Reserve Bank) hevur lagt fram. Hon sigur, at arbeiðsloysistalið kann vera eitt misvísandi tal, tá metast skal um, hvussu stórar óbrúktar kreftir eru í búskapinum at taka til. Eitt arbeiðsloysistal uppá 5,0% svarar til 7,5 milliónir fólk. Men kanska er rætta talið nógv hægri. Rapportin roknar út, at kanska eru 12,6 milliónir fólk veruliga arbeiðsleys, ella yvir 8%. So, roknað á henda hátt eru líka nógv arbeiðsleys í USA, sum tað eru í Euro-økinum.
Arbeiðsleysur ella ikki?
Skal ein persónur roknast at vera arbeiðsleysur, skal hann vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum, og hann skal royna at skaffa sær arbeiði. Við øðrum orðum, fólk sum eru sjúk, óarbeiðsfør, sum søkja sær útbúgving ella bara "ganga heima" ella eru droppaði heilt út, - tey vera ikki roknaði at vera arbeiðsleys. Tað at søkja sær arbeiði kann í sjálvum sær vera fulltíðar-jobb.
Í góðum tíðum kunnu nógv, sum fyrr ikki hava søkt arbeiði, aftur melda seg sum arbeiðssøkjandi. Tí svingar tað procenttalið, sum vísir hvussu stórur partur av fólkinum í arbeiðsføra aldrinum eru til taks á arbeiðsmarknaðinum. Tey, sum droppa út úr arbeiðsfjøldini, detta eisini burturúr arbeiðsloysistalinum. Ein høvuðstendensur seinastu 40-50 árini hevur bæði í USA og Europa verið, at alt fleiri kvinnur søktu og fingu jobb. Men í USA sær út sum henda gongd er uppsteðgað.
"Vidne til virkeligt komediespil"
Ofta hevur verið víst á struturellu problemini í amerikanska búskapinum, eisini kallað "the twin deficits", sum vísir til ovurtóra hallið á handils- og gjaldsjavnanum og harnæst til hallið á fíggjarlógini.
Í "Børsen" (1.8.05) skrivar Bradford Delong, sum var vara fíggjarmálaráðharri hjá Bill Clinton, at um vit hyggja at stjórnini hjá Bush "bliver vi vidne til et virkeligt komediespil, der skal foregive, at der nuværende budgetunderskud ikke er noget problem."
Lítið verður tosað um tey vaksandi problemini, og Delong heldur, at "situationen er, at der er ikke nogen politikere, som er med til at sætte dagsordenen, der så meget som forsøger at styre USA mod en mere ansvarlig finanspolitik." Delong heldur at USA, sum er tann størsti og sterkast búskapurin í heiminum og sum hevur dollaran sum reserva-valuta, átti at gingið á odda. Men tað hendir ikki.
Bradford Delong endar grein sína við hesum orðum, sum ikki eru mild móti Bush-stjórnini: "Hele Bush -administrationen har præsteret en stribe af ledelsesfejl, så hvorfor skulle man beskæftige sig med spørgsmålet om dens elendige financielle ledelse?"
Eingin ivi kann vera um, at kikarin aftur fer at venda burt frá politisku problemunum í ES, og aftur til álvarsligu fíggjarligu-búskaparligu problemini, sum lúra í USA, og sum kunnu føra til kreppur av somu dimensiónum, sum tann gamla í 1930-unum.