Smágentur horvnar

Bløð í Bretlandi lova nú 11 milliónir krónur í finningarløn, um onkur kann siga, hvar tvær horvnar tíggju ára gamlar gentur eru

Bretland
Árni Joensen:


Tær báðar genturnar hvurvu seinasta sunnudag, og løgreglan ber ótta fyri, at Jessica Chapman og Holly Wells eru burturfluttar.
? Í fyrstani hildu vit, at tær royndu at ræða foreldrini og okkum. Síðani hildu vit, at hetta mundi vera eitt ella annað slag av einum óhappi, men sum dagarnir eru gingnir, noyðast vit tíverri at viðganga, at hetta líkist meiri og meiri einari burturflyting, sigur løgreglumaðurin David Hankins.
Blaðútgevarafelagið Express News-papers, sum gevur út bløðini Daily Express, Sunday Express og Daily Star, hevur boðið sær til at rinda 11 milliónir krónur í finningarløn, um onkur kann koma við upplýsingum um, hvar genturnar eru. Hetta er nógv tann størsta finningarlønin í Bretlandi í sambandi við mál sum hetta.
Mikudagin legði løgreglan hald á ein hvítan vøruvogn, tí onkur segði seg hava sæð bilin á staðnum, sum genturnar vóru á, tá tær vórðu sæddar seinast sunnukvøldið.
Jessica Chapman og Holly Wells vóru í troyggjum hjá fótbóltsferlagnum Manchester United, tá tær hvurvu. Á rygginum stóð eftirnavnið hjá tí kenda David Beckham, og tað fekk týskvøldið Beckham til alment at biðja genturnar koma heimaftur.
Løgreglan hevur leitað við hundum og tyrlum, men higartil uttan úrslit. Nógvir løgreglumenn og fleiri hundrað sjálvboðin hava tikið lut í leitingini.
Jessica Chapman var og vitjaði vinkonuna Holly Wells sunnudagin. Seinnapartin ringdi hon til hús og spurdi, um hon kundi eta døgurða saman við vinkonuni, og tað fekk hon loyvi til. Samstundis avtalaðu hon og foreldrini, at hon skuldi ringja, áðrenn hon kom til hús, so pápin kundi koma ímóti henni. Men hon ringdi ongantíð.
Løgreglumenninir, sum fyri tveimum árum síðani leitaðu eftir gentuni Sarah Paynes, leita eisini nú eftir Jessicu Chapman og Holly Wells. Sarah Paynes hvarv í Sussex í juli í 2000, tá hon var og vitjaði ommuna og abban. 17 dagar seinni varð hon funnin myrd og grivin niður.