Danska løgreglan sóknast nú eftir einari sjey ára gamlari gentu, sum hvarv í gjár Tann sjey ára gamla Katerina Stine Brisson var í skúla í Holmeagerskúlanum í Greve í gjár, men tá flokkurin byrjaði aftur aftan á eitt fríkorter, var gentan ikki at finna.
Løgreglan hevur illgruna um, at foreldrini kunnu hava burturflutt gentuna. Tey hava ikki havt hana, tí myndugleikarnir tóku gentuna frá teimum.
Løgreglan hevur havt samband við pápan, sum er dani, men hevur ikki fingið orð á mammuna, sum er úr Ukraina, men býr í Brøndby.









