Smágenta datt av bilhúsi

Fríggjadagin datt ein trý ára gomul smágenta av loftinum á einum bilhúsi í Eysturoynni. Hon var saman við foreldrunum í bilhúsinum, sum er ein nýbygningur. Løgreglan í Eysturoynni sigur, at talan var um eitt hendiligt óhapp. Gentan varð flutt á Landssjúkrahúsið og hevði tíbetur ikki fingið nakran skaða.