Smágenta bitin av hundi

Sunnukvøldið varð ein 10 ára gomul genta álopin av einum hundi á Húsum á Kalsoynni. Til alla lukku var gentan í einum tjúkkum dýnujakka, og hetta forðaði fyri, at gentan fekk nakran álvarsligan skaða av álopinum.
Merkir av tonnunum síggjast í vinstru síðu, men hundurin hevur ikki bitið seg ígjøgnum jakkan.
Hundurin, sum er av slagnum collie, er longu avlívaður. Hví hundurin leyp á, veit løgreglan ikki.