Fiskastovnar
- Við tí stóra veiðitrýsti, sum er undir Føroyum, vil tilgongdin av ungfiski tey einstøku árini í stóran mun gera av, hvussu stórur stovnurin er. Av tí sama er stórur partur av stovninum ungur fiskur. Bæði stovnur og veiða vilja vera skiftandi ár undan ári, tí tilgongdin er skiftandi.
Tað sigur Fiskirannsóknarstovan í seinastu
frágreiðing síni um fyrru yvirlitstrolingarnar á landgrunninum í vár.
Stovnurin sigur, at vøksturin á fiskinum sjálvandi eisini hevur týdning fyri, hvussu stór stovnsvektin er.
- Í yvirlitstrolingunum í vár vóru toskur og hýsa hampiliga væl fyri, meðan upsin yvirhøvur var rakari.
Broyttist skjótt
Í somu frágreiðing um yvirlitstrolingarnar í vár, vísir Fiskirannsóknarstovan á, hvussu gongdin var tíðliga í nítiárunum, og hon kann ikki samanberast við gongdina í løtuni.
Stovnurin sigur, at eftir sera vánaligu fiskiárini fyrst í nítiárunum, komu bæði toska-og hýsustovnurin ógvuliga skjótt fyri seg aftur.
- Orsøkin var teir sera góðu árgangirnir av toski í 1992 og 1993 og hýsuárgangirnir í 1993 og 1994, sum skaraðu fram úr.
Aftur minking
Í fleiri ár høvdu vit góða fiskiveiði, men síðan ár 2002 er toskastovnurin nógv minkaður aftur.
- Hóast úrslitið fyri tosk í 2008 er nærum tvífalt so stórt sum í 2006 og 2007, er stovnurin enn á sera lágum støði, og tí hevur toskastovnurin eisini alla vernd fyri neyðini.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at nú kanningar vísa, at gýtingin hjá toski hevur verið góð, er ógvuliga umráðandi, at smáfiskurin fær frið at veksa, so toskastovnurin kann koma fyri seg aftur.