Smá ferðsluóhapp

Løgreglan í høvuðsttaðnum hevur fingið einar seks fráboðanir um smærri ferðsluóhapp um vikuskiftið.
Í tí eina førinum var talan um tveir skutarar, sum koyrdu uppi á Hálsi. Tvær 16 ára gamlar gentur koyrdu á hvør sínum skutara. Tann eina koyrdi á parkeringsøkinum við BR, og hon var so óheppin at koyra út av parkeringsøkinum og niður á Tjaldursvegin. Í tí hetta hendi, kom ein onnur genta á skutara koyrandi eftir Tjaldursvegnum, og bleiv tað so til ein samanstoyt millum báðar skutararnar.
Onnur gentan varð flutt á skaðastovuna, hon klagaði um pínu í høvdinum og nakkanum, men talan var tó ikki um álvarsligan skaða.
? Hini ferðsluóhappini vóru smávegis, sum vit koma út fyri til dagligt, sigur vakthavandi á løreglustøðini.