Smádrongur slapp livandi frá flogvanlukkuni

Ein átta ára gamal drongur úr Niðurlondum var tann einasti, sum slapp livandi frá vanlukkuni, tá eitt flogfar datt niður í Libya í morgun. Tað siga libysku loftferðslumyndugleikarnir fyri fronsku tíðindastovuni AFP.

Hini 104, 93 ferðafólk og manningin, sum taldi 11, doyðu.

Afriqiyah Airways átti flogfarið, sum kom úr Johannesburg í Suðurafrika, og sum sambært BBC skuldi til London eftir millumlending í Tripolí í Libya.

BBC veit eisini at siga, at ferðafólk úr fleiri londum vóru í flogfarinum.