Hetta hevur verið eitt stak friðarligt vikuskifti hjá løgregluni. Nógv fólk var í býnum, men men tað var ikki nakað, sum gav løgregluna nakað serligt av arbeiði.
Men løgreglan hevur kortini skuldsett tvey fólk fyri at bróta lógina um rúsevni. Tað hendi tá ið løgreglan kannaði ein bil, sum stóå parkeraður við tveimum fólkum í. Í bilinum fann løgreglan útgerð til at roykja hassj við, sum tey viðgingu, at tey áttu. Tað er ólógligt og sostatt eru tey bæði skuldsett.
Ein trý ára gamal smádrongur loypti rættiliga hvøkk á foreldrini í gjár, tá ið tey mistu hann burtur. Tey vóru farin at vitja abban, men hesin lítli smoygdi sær út at kanna býin, uttan at nakar hevði ansað eftir tí.
Hann fann ikki heimaftur og tí var hann burtur eina løtu. Tey fóru at leita, og tá ið tey ikki funnu hann, ringdu tey eftir løgreglunua. Men tá høvdu árvakin fólk longdu ringt til løgregluna at boða frá, at tey høvdu varnast ein smádrong, sum ikki hoyrdi til har um vegir, so løgreglan fekk sissa foreldrini og tað gekk ikki long tíð, so vóru øll saman aftur.











