Smádrongur á bláman við súkklu

- Vandamikið var tað ikki, men komiskt var tað. Mamman rópti á drongin, at nú mátti hann ansa sær, tá hann súkklaði eftir bátabrúnni á Argjum. "Ja ja mamma" rópar drongurin á súkkluni, meðan hann stoltur fer veittrandi út av bátabrúnni og bums á sjógv við súkkluni.

Tað var Meinhard Jacobsen, sum var eygnavitni til hendingina á Argjum leygardagin. Hann sigur, at ongin skaði stóðst av hendingini. Mamman fiskaði drongin uppaftur, og súkklan varð drigin í land í góðum standi. Drongurin varð kløkkur av hendingini, men kom fyri seg beinanvegin.