Smádrongur bitin av hundi

Í Porkeri varð ein fýra ára gamal smádrongur bitin av einum hundi sunnumorgunin. Vakthavandi á Tvøroyri sigur tó, at talan ikki var um eitt álvarsligt bit.
? Í slíkum førum fær eigarin boð um, at trupulleiki hevur staðist av hundinum, umframt, at hann fær eina bót, fyri at lata hundin ganga leysan. Tað er nevniliga ikki loyvt, staðfestir vakthavandi.
Hann sigur víðari, at hundar skulu hava eitt helsi, ið vísir hvør eigur hundin, eins og teir skulu vera í reim, tá ið teir eru úti. Hundar skulu eisini verða ábyrgdartryggjaðir, í so fall, at teir gera skaða á ogn annara.
Vakthavandi sigur, at lógin um, at hundar ikki mugu ganga leysir, tíverri alt ov ofta verður brotin.
Serliga á smáu plássunum er hetta ein trupulleiki, at hundar ganga leysir og mala, staðfestir vakthavandi.