Millum 150 og 200 smádreingir í aldrinum 6-7 ár vóru møttir til fótbóltskapping í Gundadali um midagsleitið.
Talan var um ikki færri enn 20 lið, við 7 til 9-10 leikarum á hvørjum liði.
Liðini komu úr øllum Føroyum so at siga. Har var bæði TB, EB/Streymur, Skála og MB umboðað, umframt fleiri lið hjá HB og B36.
Liðini vórðu býtt upp í fýra bólkar við fimm liðum, so øll liðini sluppu at spæla fýra dystir.
Og smádreingirnir hugnaðu sær óført. Liðleiðararnir vóru dúgligir at skifta út, so allir sluppu at spæla. Summir gingu hægri upp í dystirnar enn aðrir, men allir høvdu tveir stuttliga og hugnaligar tímar í Giundadali seinnapartin.