Nú eru fjølmiðlar í Føroyum allir á tremur við tíðindum um samráðingarnar við danir um sjálvstýris og loysingarmál føroyinga, og tað við góðari grund.
Loysingarflokkarnir tykjast tó verða samdir um, at ikki ber til at kappa á stokkinum, her og nú, ætla at hava eina skiftistíð uppá eini 10-15 ár. Her verður spurt, hvat er til hindurs fyri, at miðvíst verður hildið fram móti størri sjálvbjargni undir núverandi skipan?
Danska veitingin til Føroyar við blokkinum er uml. 1 milliard krónur árliga, sum landsstýrið sjálvt fær at ráða yvir. Herumframt eru einar 400 milliónir ið ikki eru innroknaðar í blokkin sum danir gjalda beinleiðis til lønir, t.d. løgregla, dómsvaldið, bispar, prestar o.a.
At hugsa sær, um henda upphædd varð umsett í t.d. undirsjóvartunlar. Bjartskygna kostnaðarmeting landsstýrisins av tunlinum um Vestmannasund er kr. 240 milliónir. Tað vil siga, at fyri árligu donsku veitingarnar kunnu byggjast 6 tunlar sum hesin, hvørt árið í Føroyum.
Nú er rímiligt, sum vanligur borgari í Føroyum, at spyrja, hvat landsstýrið hugsar fyri sær. Sum er, klára teir ikki at geva borgarum sínum tær sømdir teir eiga at fáa. - Skúlaverkið liggur á láni og lamið, gullnám tjóðveldissins, postverkið liggur í fíggjarligum andaleypi. Avlamin og pensionistar fáa iki tær samsýningar tey eiga, smb. avtalu við donsku stjórnina o.s.fr.
Sjálvir hava politikarar givið sær eina lønarviðbót uppá 80%. Seinasti trumfurin varð eina pensiónsskipan til sín sjálvs uppá 26.000 kr. um mánaðin. Tað er 6 1/2 ferð meira enn ein vanl. pensionistur fær. Slíkt eru menn. Hvat er í vegin fyri at teir ikki hava somu skipan sum øll onnur fólk?
Dreymur Høgna Hoydals, um at fáa merkið at veitra á FN bygninginum, kann neyvan brúkast til annað, enn at flagga á hálvari stong við, fyri tí sindri av vælferð sum enn, hóast alt finst í Føroyum.
Mær tykir at landsstýrið hevur sama hugburð sum smádreingir ið eru so altráir eftir at sleppa at flota sjálvgjørda bátin, langt áðrenn hann er sigliklárur. Tit hava ikki gjørt heimaarbeiði tykkara nóg gott og eru lopnir framav. ? Føroya fólk hevur ikki gloymt 80 og 90 árini, tá føroysku vóru orsøk til størsta fíggjarskrall í landsins søgu, uttan tað fekk alraminstu avleiðing fyri teir seku ? neyvan nakar flokkur undantikin. ? Gerið ikki sama mistak aftur nú, bert 10 ár seinni. Gerið heimaarbeiðið tykkara til lítar fyrst.
Eiko Apol










