Soleiðis segði ein svensk kvinna, sum hesa síðstu vikuna hevur verið og ferðast í Føroyum.
Hon ringdi sunnudagin til politiið og greiddi frá, at hon hevði mist mappuna hjá sær burtur, og at tað í mappuni vóru nógvir pengar. Hon hevði verið við Gjógv leygardagin og hevði eisini verið ein gongutúr millum Kirkjubø og Argir.
Roynt varð at ringja til Gjáar, men har var eingin mappa.
Mánadagin komu tríggir fittir dreingir á politistøðina við einari mappu, teir høvdu funnið, tá teir vóru og gingu túr á Kirkjubøreyni. Teir fingu finningarløn og fóru glaðir avstað.
Samband varð fingið við svensku kvinnuna, sum tá var á flogvøllinum klár at fara avstað. Mappan varð koyrd á flogvøllin, og kvinnan fekk hana aftur í øllum góðum, áðrenn flogfarið lætti.
Við tárum í eygunum segði hon: Føroyar má vera heimsins erligsta land










