Tað fór sum ein skelkur gjøgnum føroyingar, tá ein heimagjørd bumba brast undir vogninum hjá einari dagrøktarmammu í Havn.
Eitt av hennara dagrøktarbørnum hevði funnið fløskuna í býnum, og tey løgdu hana undir vognin, tí tey ætlaðu at selja hana. Men tá tey komu inn í SMS, brast fløskan undir vogninum. Komið var fram til, at talan var um eina heimagjørda bumbu.
Saltsýra var fylt í fløskuna, og staniol varð lagt í hana. Ein vandamikil koktail, sum skaði kundi staðist burturúr, tí blandingin brestur.
Nú hava tveir 14 ára gamlir dreingir tikið sær ábyrgdina av vandamiklu dreingjalótunum. Dreingirnir fingu ringa samvitsku, tá teir frættu um hendingina í fjølmiðlunum. Teir søgdu foreldrunum frá, og tey søgdu síðan løgregluni frá, sigur Jan Fossaberg á Politistøðini í Havn við Útvarp Føroya.
Dreingirnir tóku saltsýruna í skúlanum og fyltu hana í fløskuna uttan fyri skúlan. Tá fløskan ikki sprongdist eftir lítlari løtu, sparkaðu teir hana inn ímillum nøkur trø og fóru avstað. Løtu seinni kom dagrøktarmamman við børnunum, sum funnu fløskuna. Vandin við hesari bumbuni er, at tú veitst ikki, nær hon brestir.
Dreingirnir eru avhoyrdir, meðan forledur og barnavernd vóru hjástødd. Teir eru yngri enn 15 ár, so meira hendir ikki. Vit kunnu bara vóna, at teir og onnur eru vorðin klókari.