Hann hevur ongan hug at sita friðarligur og læra seg, hvussu spanska málið er bygt upp, um potensar og franska siðsøgu. Gerandisdagurin á studentaskúlanum í Hoydølum er troyttandi. Gamlar bøkur og gamlir lærarar. Tað er snøgt sagt keðiligt.
Men at undirhalda við sangi á pallinum, tað tímir hann. Mest sum bara, tí hann dugir.
- So er tað nú!, sigur hann við vinmannin, sum skal spæla klaver, meðan teir fara upp trappurnar til pallin.
Árið er 1999. Tað er kvøldseta í studentarskúlanum í Hoydølum. Ætlanin við kvøldinum er, at nakrir næmingar á skúlanum skulu brúka sítt hugflog og framføra fyri hinum. 17 ára gamli Páll Oddur Lamain Rubeksen fór at spæla gittar og skriva sangir fjúrtan ára gamal. Nú skal hann á fyrsta sinni at framføra sangin 'Ber og røtur' saman við vinmanninum Páll Hammer.
Tað er gravartøgn í rúminum, meðan hann stemmar gittaran. Páll starir út í tóman heim, meðan hann bíðar eftir vinmanninum. Teir eru nervøsir. Hetta má ikki enda sum eitt stórt og pínligt flopp. So er klárt. Adrenalinið fer súsandi gjøgnum kroppin á teimum. Páll Oddur mannar seg upp, spælir nakrar tónar, og Páll spælir undir. Forsangarin fer fram at mikrofonini og fer at syngja.
- Tá hann fer avstað um morgunin, tá er hann í góðum lag. Tað er tað, sum hann er, tað er tað, sum hann ger, letur úr bronglutu røddini.
Finnur Jensen, sum plagdi at spæla gittara saman við Páll Oddi í frítíðini, stendur millum teir 150 áhoyrarnar, skamt frá pallinum.
- Framførslan var ikki serliga góð. Eg minnist eitt ótrygt klaver, ein ótryggan gittara, og eina klæna rødd; men lagið var gott, teksturin hevði ein speiskleika, sum rakti øll í salinum, og Páll Oddur hevði eina sannførandi útstráling, sum segði 'fuck you' spar fimm. Eg visti beinanvegin, at teir vóru á rættari kós, og eg vildi vera við, sigur Finnur Jensen.
Gott ella ikki, tað tykist vera væl frágingið. Lógvabrestirnir runga í hølunum, tá sangurin er liðugur. Páll Oddur hyggur smæðin yvir fjøldina og takkar fyri. Finnur Jensen er knappur og ber skjótt at, tá teir koma av aftur pallinum. Hann spyr, um hann kann vera partur av bólkinum. Jú, gamaní.
Tað er nú 10 ár síðani, teir byrjaðu. Páll Finnur Páll. Teir argandi og fúlu havnarmenninir, sum speiksliga hava nomið við nakrar viðkvæmar trupulleikar í føroyska samfelagnum við sínum vemmiligu, genialu – ella bara vemmiliga genialu - sangum. Pedofilar, samkynd, blottarar, heimleys – teir hava sungið um tað. Leisturin hevur verið at seta ein ógvusligan tekst í eitt vakurt lag. Speisemi hevur altíð verið miðdepilin. Tað hevur riggað hamrandi væl við løttu og einføldu tekstunum. Somikið væl, at teir hava klintrað heilt upp á føroyska tónleikatindin. Ungdómar í stórum tali floyma altíð til konsertirnar. 10 ár seinni, í 2009, eru 5000 fólk til ólavsøkutiltakið 'Futt í býin'. Sum ein tignarlig og trónandi heild, standa øll og syngja við:
- Mær dámar menn! Mær dámar tveir í senn! Mær dámar Heemen, mær dámar Actionmenn! Mær dámar at pula tær, tá ið sólin sær. Í rumpuna, í rumpuna, í rumpuna, í rumpuna...
Og hetta er føroysk fólkaogn.
Grýluskorturin
Berskølluti provokatørurin í Páll Finnur Páll, 27 ára gamli Páll Oddur Rubeksen, er best kendur sum káti og fríski havnarmaðurin við gittaranum. Tað hevur gingið við rúkandi ferð. Páll Finnur Páll fekk skjótt luft undir veingirnar. Teirra støða í føroyska tónleiki skal ikki undirmetast. Teirra speiski tónleikur er ein viðurkend ímynd av teimum umfatandi broytingum, sum hava verið í umbúna seinastu árini. Tað skrivaði Sissal Kampmann, ummælari, tá hon tók saman um framførsluna hjá Páll Finnur Páll á G!-festivalinum í fjør.
- Teir syngja um alt tað, eingin hevði droymt um at torað at fýrt av fyri bara 10 árum síðan. Men tað er fantastiska gott og gleðiligt at síggja og hoyra, at tíðirnar eru broyttar, og at vit eru um at førka okkum inn í modernitetin. Tað var eisini upp á tíðina, skrivaði hon í Sosialinum tann 19. juli 2010.
Niels Uni Dam, sum eisini er ummælari, tekur undir. Hann heldur, at Páll Oddur spælir sín leiklut sannførandi.
- Eg veit ikki, um Páll Oddur er ein samfelagsrevsari. Hann er ein provokatørur, og tað nýtist ikki at vera tað sama, Hann skrivar um ymiskt, sum eru tabu, og tað skapar sjálvandi eina provokatión. Er tað í stóran mun ikki til stuttleikar? Tað er einki sum helst galið við at provokera til stuttleikar, sigur Niels Uni Dam.
Undir skræðuni er veruleikin kortini ikki so einfaldur. Fúli provokatørurin úr Havn, sum á sín sermerkta hátt hevur blást lív í føroyskan tónleik, er ein smæðin og friðarligur maður. Hann er lítið sinnaður at gera nakað burtur úr sínum úrslitum. Honum dámar lítið at vera í andglettinum, og hann ger ikki stórvegis háva burtur úr sær sjálvum. Meðan býurin svevur, gongur hann túrar. Hann tímir ikki altíð at svara fartelefonini, tá vinirnir ringja og skriva til hansara. Honum dámar best at vera fyri seg sjálvan í frítíðini.
Tað hevur ikki altíð verið so einfalt. Páll Oddur var rokutur sum tannáringur. Ungdómsárini spældi hann fótbólt við Fram, har hann var snúningsdepilin á miðvøllinum, og Finnur Jensen var fremsti maður. Hann drakk sær oftast eina stíva kenning um vikuskiftini, har hann og vinmenninir framdu mangar beistagerðir. 14 ára gamal fekk hann ein gittara í jólagávu. Hann fór at skriva sangir sum ballingarskemt, og vinirnir flentu í kíki, meðan hann spældi.
Tann støðan broyttist fyri nøkrum árum síðani. Tá fór hann at taka lívið í størri álvara.
- Tað skal ikki skiljast soleiðis, at eg eri sosialt handikappaður. Eg havi bara ongan tørv á at vera millum fólk allan dagin. Mær dámar væl at steðga á og rannsaka meg sjálvan. Eg eri eitt B-menniskja. Mær dámar serstakliga illa at hoyra meg sjálvan í útvarpinum, og mær dámar ikki at lesa um meg sjálvan. Tað krevur samstundis, at eg fari í ein grýluskort, tá eg eri á pallinum. Tá skifti eg fullkomiliga ham. Tann leikluturin passar mær væl. Um tað er yvirfladiskt? Kanska. Tað setir hinvegin einføld krøv at vera tónleikari. Eingin fer til eina konsert, har tann, sum spælir, er rotin. Men eg vil hava frið, tá ljósið er sløkt, sigur Páll Oddur.
Góðan og sjúkan humor
Fittir, fúlir og fjákutir. Tað vóru skotsmálini, sum Páll Finnur Páll fekk eftir undanumfarið til Prix Føroyar í februar 2003. Bólkurin spældi seg ikki í finaluna, men havnarmenninar kastaðu ikki frá sær. Fáar mánaðir seinni kom frambotið. Tá kom fløgan 'Bermenn' á marknaðin. Hittið var sangurin um forelskaða sjónleikaran.
Finnur Jensen er annar sangskrivarin í bólkinum. Hann er meira lættur í sínum tekstum, meðan Páll Oddur er súrgaður, tá hann skrivar sangir – men bara, tá hann skrivar sangir.
- Hann er annars smæðin av lyndi. Hann ger ikki nógv um seg backstage. Sammett við aðrar, sum elska at tosa um seg sjálvan, dámar honum betur at spyrja um hini. Tað dugir hann væl. Hann dugir at vinkla samrøðurnar, so tær gerast áhugaverdar, stuttligar og helst eitt sindur skeivar, sum fær fólk at práta, uttan at tey kenna seg illa, hóast samrøðurnar ofta eru á markinum til, at hann arbeiðir upp á fólk. Tað er kanska eisini orsøkin til, at hann er so væl dámdur, sigur Finnur Jensen.
Thomas Hans Lamain Rubeksen er lítlibeiggi Páll Odd. Hann sigur seg flenna at stórabeiggjanum, sum ikki líkist sær sjálvum, tá hann er á pallinum.
- Um tú ikki kennir hann og prátar við hann í býnum, hevði tú ongantíð droymt um, at sami maður syngur um pedofilar og blottarar. Tað eru tveir fullkomiliga ymiskir persónar. Páll Oddur tekur skúlan í størstan álvara. Hann situr bara og roknar. Hann er ein góður beiggi. Hann hevur búð í Danmark í nøkur ár, men hóast tað, so ringir hann altíð til okkara. Páll Oddur er altíð til reiðar við einari hjálpandi hond, um okkurt er galið. Yngru systkini hava altíð lurta eftir honum, tí hann veit best. Vit hava hinvegin ikki beinleiðis nakað val, tí hann verður bara firtin, og tað tíma vit ikki. Hann er nærlagdur og skilagóður, sigur Thomas Hans.
Finnur Jensen skoytir uppí, at Páll Oddur hevur ein góðan og sjúkan humor, ið er sum tikin úr eini sending um Beavis & Butthead.
- Hann dugir at síggja tað stuttliga við øllum, eisini sær sjálvum, tá høvið býðst í onkrum heilt serligum privatum selskapi. Millum vanlig fólk, har sjúki humorin ikki vanliga sleppur framat, tykist hann vera sera væl dámdur. Mamma, tildømis, elskar hann, tí hon heldur hann altíð vera so blíðan og smílandi. Men far ikki skeivur! Tað er ikki lukkuligt at fáa hansara sinn á kók ella at kritisera eitt av hansara mongu løgnu prinsippum, sum hann finnur uppá, sigur Finnur Jensen.
Eingin pedofilur í dag
Tá Páll Oddur gekk í Kommunuskúlanum, sá hann altíð hesar gravskitnu heimleysu bumsarnar, sum sótu uttan fyri skúlagarðin. Teir vóru í slitnum frakkum, drukku og royktu. Myndin av vónleysu monnunum festi seg í sinnið.
10 ár seinni skrivaði hann sangin um teir heimleysu á Herberginum, sum hava eina heila madrassu hvør. Hann heldur ikki, at tað er at vera frekur og gera gjøldur burtur úr øðrum. Hann tekur sær bara fullkomiliga fríar teymar at skjalfesta sínar upplivingar og hendingar.
- Tú kann ikki altíð taka fyrilit fyri, at fólk verða ill. Hesin trupulleikin er í Føroyum. Hesi fólkini eru millum okkum. Okkara boðskapur er ikki, at vit skulu hjálpa teimum. Vit staðfesta bara, hvussu samfelagið sær út. Danir siga, at ‘overdrivelse fremmer forståelse’. Okkara tekstir eru ofta ógvusligir, men trupulleikin er framvegis har, sigur Páll Oddur Rubeksen.
Hann syngur eisini sangin um pedofilin, sum misnýtir smádreingir. Hann staðfestir, at hann er errin av øllum sínum verkum.
- Fólk ráddu okkum frá at hava sangin við á fløguni, sum kom út í 2004. Tað var einasta orsøkin til, at vit tóku hann við. Eingin skuldi siga okkum, hvat vit kunnu og ikki. Vit tóku okkum frælsi. Tann sangurin er somuleiðis ein staðfesting av, at har er markið fyri mítt viðkomandi. Eg fari helst ongantíð at skriva ein slíkan sang aftur, og eg hevði ikki givið tann sangin út í dag. Ikki, tí fólk halda tað er langt úti, men eg eri meira búgvin nú. Hatta var at fara væl og virðiliga um markið. Endamálið er ikki at bróta mørk og at revsa samfelagið. Um fólk minnast okkum um 30 ár og kunnu siga, at eg spældi við, so eri eg væl nøgdur við mín tónleik, sigur Páll Oddur Lamain Rubeksen.
Páll Finnur Páll fyrireikar nú nýggja fløgu, sum verður øðrvísi enn hinar. Teir siga seg vera meira búnar, og onnur evni verður tikin til umrøðu á sangunum, sum koma í heyst. Tá verður rúgvan av seldum eintøkum, sum er um 8000 fløgur í løtuni, helst økt munandi.
Niels Uni Dam, tónleikaraummælari, ger púra greitt, at Páll Oddur Rubeksen og hinir í Páll Finnur Páll eiga serstakt pláss í føroyskari tónleikasøgu.
- Eg havi ikki livað nóg leingi til at gita, hvønn týdning tónleikur hevur um 20 ár. Eg haldi tó, at tónleikurin hjá Páll Finnur Páll hevur somu støðu í dag, sum tónleikurin hjá Frændum hevði fyri 20 árum síðani, sigur hann.
FAKTA
Páll Oddur Lamain Rubeksen er 27 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Havn, og býr nú í Keypmannahavn. Hann lesur á Copenhagen Buisness School, har útbúgvingin leggur dent á íløgur og porteføljestýring. Hann hevur serligan áhugan fyri partabrævamarknaðinum – nógv størri, enn hann hevur fyri tónleiki.
Hann hevur ongantíð lisið bøkur um at spæla gittar. Hann lærdi seg at spæla nakrar tónar sum ungur, og hann hevur ikki ment seg seinastu 10 árini. Hann dugir framvegis bara at spæla somu tónarnar sum um aldarskiftið.
Páll Oddur Rubeksen, Finnur Jensen og Páll Hammer eru kjarnin í bólkinum Páll Finnur Páll. Hinir limirnir í bólkinum eru Halgir Arge, Høgni Fagraberg og Ísak Sambleben. Teir umhugsa at fáa seg royndar uttanlands við tónleikinum. Teir hava prátað um at sungið á enskum við somu løgum, sum teir hava skrivað til føroyskar sangir. Tekstirnar verða ikki teir somu og fara ikki at viðgera somu evnir á enskum.
Páll Oddur Rubeksen hevur skrivað fúlu og markleysu sangirnar hjá bólkinum, millum annað 'Pedofilurin', 'Blottarnir' og 'Herbergið'.