Rasmus Magnussen
valevni Sambandsfloksins í Tórshavn
Tað verði seg barnagarðar, ansingarpláss, bátahavnir, arbeiðspláss o.a. Tað er tó greitt, at skulu lyftini halda, má ein meiriluti fáast fyri uppskotinum, sjálvur er tú bara ein av trettan, og ikki minst ? alt skal gjaldast.
Øll bý-/bygdaráð í landinum hava sum aðalmál at geva sínum borgarum tey bestu korini fyri at trívast. Soleiðis er eisini í Tórshavnar kommunu. Undanfarin býráð hava kýtt seg fyri at tryggja sínum borgarum hesi kor. Sum heild haldi eg, nógv er hent á røttu leið. Men, sum vit vita, er í nógvum førum langt eftir á mál. Hetta forðar tó ikki fleiri av gomlu og nýggju valevninum í komandi valskeiði at lova at fáa rættlag á alt tað, sum enn liggur á láni. Tað er sjálvandi upp til tykkum, sum veljarar at trúgva teimum.
Lættast er sjálvandi at lata vera við at lova nakað sum helst, tí so kann ein ikki heingjast uppá, at hava lovað hettar ella hatta.
Eitt mál, sum eg vildi lagt dent á, er at tryggja smáídnaðinum í kommununi góð kor. Her í kommununi eru nakrar stórar fyritøkur, sum dominerað bílætinum. Alt gott um tær, og eru tær eitt stórt aktiv fyri kommununa, meðan smáídnaðurin ikki er so sjónskur.
Rundan um Havnina eru kommunur, sum geva sínum smáídnaði sera góðar umstøður at menna seg. Tað verður gjørt við millum annað at útvega grundøkir, sum virkini antin keypa ella leiga til ein lagaligan prís. Hesin smáídnaðurin fær góðar umstøður at mennast og skapa varandi arbeiðspláss.
Hetta eigur eisini at vera gjørt í Tórshavnar kommunu. Við tað, at so nógv almenn arbeiðspláss eru her á staðnum, tykist mær, at smáu vinnuvirkini hvørva, og tí ikki hava bestu kor at mennast og standa seg í kappingini. Varð hugsað meira um hesi viðurskifti, kundu kanska fleiri av teimum bøtt um heldur vánaligu hagtølini fyri útflutning, sum onkur býur hevur hug at skjóta Havnini í skógvarnar.
Hetta er eitt av málunum, sum liggja mær á hjarta.










