Fótbóltur
Hurðin hevur veri væl og virðiliga afturlatin í tveir mánaðir, men bresturin var hvøllur, tá navnið á Brian Kerr varð tveitt á borðið í FSF-húsinum mánamorgunin.
Talan er á ongan hátt ikki um nakra novisu í altjóða fótbólti, og tað var ein ikki sørt errin Høgni í Stórustovu, sum føroysku fjølmiðlarnir fingu orðið á, tá tíðindafundurin í FSF-húsinum var um at vera av.
- Vit høvdu okkara greiðu vangamynd av venjaranum alla tíðina, og eftir at tað kiksaði fyri tveimum mánaðum síðani, hava vit valt at arbeitt sera stillisliga við eini nýggjari loysn.
- Og her haldi eg, at vit kunnu siga, at vit hava troytt allar møguleikar og allar keldur. Vit hava havt kanska eini 50 nøvn á okkara lista, og so hava vit arbeitt við at fáa júst tann mannin, sum vit vildu hava. Síðani hava vit brúkt Ísak (Mikladal, blðm.), sum eitt slag av under-cover agenti, og hansara arbeiðið hevur verið at fáa allar smálutir upp á pláss. Og tá vit nú hava skrivað undir, eru øll ivamál beind av vegnum, sigur Høgni í Stórustovu.
Og talan verður so hesa ferð um ein útlendskan landsliðsvenjara, sum setir búgv í Føroyum, sigur FSF-forsetin. Júst hetta hevur annars verið nakað, sum fólk hava funnist at, tá útlendskir landsliðsvenjarar áður hava virkað í Føroyum, men eisini tann spurningurin er greiddur, skilst.










