Smábygdir vilja við í útoyggjafelagið

Smáar bygdir á meginøkinum hava sýnt útoyggjafelagnum áhuga, tí tey halda seg hava somu trupulleikar sum útoyggjarnar. Stigtakararnir skulu nú kanna, hvønn leiklut hesar bygdir kunnu fáa í nýggja felagnum

 

Bygdir í Eysturoynni og á Streymoynni sýna nú áhuga fyri útoyggjafelagnum, sum ætlanin er at stovna. Hesar bygdir halda seg hava líknandi trupulleikar at dragast við, sum útoyggjarnar hava.

? Vit hava langt síðani ásannað, at vit koma ongan veg við at stríðast einsamøll. Tí fara vit við í útoyggjafelagið, um vit sleppa við, sigur Lars Gunnar Dahl-Olsen, sum situr í bygdaráðnum í Saksun.

? Tankin um at verða við í útoyggjafelagnum er áhugaverdur, tí tað tað eru nógvar smábygdir í Eysturoynni og Streymoynni, sum stríðast fyri at yvirliva, sigur Sofus Johannesen, sum er bygdaráðsformaður við Gjógv.


Somu trupulleikar

Ein av stigtakarunum til útoyggjafelagið, Olga Biskopstø, sigur, at arbeiðsbólkurin fer at viðgera støðuna hjá smábygdunum.

? Vit tosaðu um hetta á fundinum í Havn mikudagin, og tað varð avrátt, at arbeiðsbólkurin skuldi kann, hvønn leiklut hesa bygdirnar kunnu fáa í einum útoyggjafelag, sigur Olga Biskopstø.

Hon vil ikki útilokað, at smáar bygdir, sum eru í líknandi støðu sum útoyggjarnar kunnu koma við í felagið.


Eingin ivi

Í Saksun eru tey avgjørd í, at tey vilja við í útoyggjafelagið.

? Vit eru fullkomiliga afturúrsigld, og hóast við íðin hava roynt fingið ymiskt gjørt í bygdini, so spyrst einki burturúr.

? Tí hevði tað verið gott, um vit kundu komið í felag saman við onnur, sum hava somu trupulleikar. Á tann hátt høvdu vit staðið sterkari í stríðnum, heldur Lars Gunnar Dahl-Olsen, sum er bóndi í Saksun.


Kanska í verandi felagi

Bygdaráðsformaður við Gjógv heldur, at støðan hjá útoyggjunum og bygdum sum Gjógv líkist, men hóast er eitt sindur ymisk.

? Vit kenna nógvar av trupulleikunum aftur, men tá talan til dømis er um samferðslu, so er støðan ikki tann sama. Eg veit ikki, um tað er besta loysnin at fara við í eitt nýtt felag, tí kanska hevði tað borið til at havt ein bólk innan fyri kommunufelagið, sum arbeiddi fyri smábygdunum, heldur Sofus Johannesen.

? Men tað er avgjørt ein áhugaverdur tanki, at bygdir í Eysturoynni og Streymoynni kunnu koma við í útoyggjaarbeiðið, tí tað er ein sannroynd, at nógvar av hesum bygdunum hava tað sera trupult, sigur hann.