Várframsýningin 2008 hevur ein greiðan forkærleika fyri vakrari, smáborgarligari og meinaleysari list, sigur listaummælari í Sosialinum í dag
Hóast hendinga glottar, er Várframsýningin 2008 samanumtikið ein heldur tom og keðilig uppliving, sigur listaummæalarin, Kinna Poulsen í Sosialinum í dag.
Sambært Kinnu Poulsen er alt á hesi framsýningini satt at siga so pent og nossiligt, at tú sum ummælari hveppir teg við at finnast at og órógva hugnan.
Teir hendinga glottarnir, sum eru á framsýningini, finna vit serliga millum verkini hjá teimum óetableraðu framsýnararnum, heldur ummælarin og nevnir verkini hjá Onnu Katrinu Højgaard, Jóhan Martin Christiansen, Anniku A. Gregoriussen, Anniku Hansen og Unn Joensen.
Burtursæð frá hesum listafólkunum, er Várframsýningini merkt av tí, ummælarin nevnir Algilda Forlorna List ? altso list, sum heldur seg á breiða, trygga, rætta vegnum, heldur enn at raka skeivt, sum rættilig list oftast ger.