Charlotta á Váli Olsen
valevni Miðflokksins
til Tórshavnar Býráð
Hetta at eiga sítt egna heim skuldi ikki verið nakað luksus. Vit føroyingar hava altíð mett tað sjálvsagt at seta fót undir egið borð.
Men soleiðis sum støðan er, er neyðugt hjá bæði manni og konu at arbeiða lønandi arbeiði fyri at kunna svara hvørjum sítt, tí at tað er so dýrt at seta búgv, tað vil siga hava tvær inntøkur.
Stuðulin, ið verður veittur foreldrum, ið hava børn síni í vøggustovum og barnagarðum, eigur at fylgja barninum, soleiðis at møguleikin eigur at standa foreldrunum í boði um tey ynskja at passa børn síni heima ella hava tey á stovni.
Sum býráðslimur ætli eg mær at arbeiða fyri at hesin møguleiki gerst veruleiki.
Vilt tú at hetta verður ein møguleiki, so fari eg at biðja um tína atkvøðu til býráðsvalið.